Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Í samband við at fløgan hjá Guðrið Hansdóttir "Love is Dead" er komin út, fer Guðrið á pall við bólki sínum í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið 29. sept. kl. 20.00.
Heiðrik á Heygum hitar upp við nýggjum tilfari frá komandi fløgu síni.

Guðrið hevur verið at síggja á teimum mongu festivalunum í summar, og eisini hevur hon luttikið í nógvum tónleikatiltøkum so sum Prix, AME og GBOB. Harafturat hevur hon longu tvær ferðir verið í uppskoti sum besta songkvinnu í Føroyum á Planet Awards. Á nýggju fløgu síni vísir Guðrið av álvara, hvat hon megnar. Hon prógvar, at hon uttan iva er ein av okkara dugnaligastu songkvinnum
Guðrið hevur verið tónleikavirkin í mong ár. Nógv kenna hana best sum forkvinna í bólkinum Isadora and the Rebels, men nú er Guðrið gingin egnar leiðir og hevur stovnað sær egnan bólk, sum hon hevur givið fløguna “Love is Dead” út saman við. Hesin bólkur er mannaður av dugnaligum føroyskum tónleikarum: Líggjas Olsen (Dejavu) Sakaris Joensen (Lama Sea) Andreas Dalsgaard (The Story Ends) og Jón Klæmint Hoffgaard (Lama Sea). Á konsertini leygarkvøldið luttaka eisini gestatónleikarar.

Tónleikurin hjá Guðrið kann sigast at vera pop rokkur, har svenski bólkurin The Cardigans og The Carpenters hava givið íblástur. Guðrið er tó sín egin og hevur sín serstaka stíl, har hon syngur um forelskilsi, ikki afturgivnan kærleika og hjartasorg, og syngur Guðrið hettar sera kensluliga og sannførandi.

Aftaná konsertina verður møguligt at ogna sær fløguna.

Guðrið hevur fingið gávuríka Heiðrik á Heygum at hita upp.
Heiðrikur hevur leingi fingist við at tulka føroyska sangskattin, men nú fer hann at royna seg við sínum egna tilfari. Hansara egni tónleikur er ein blandingur millum akkustiskan og elektroniskan tónleik. Á konsertini leygarkvøldið fer Heiðrikur at framføra løg frá komandi fløgu síni "An Invisible Gun" við einum akkustiskum setti; við strúkarum og gittari. Við sær hevur hann dugnalig fólk: Jón Klæmint Hoffgaard, Heiðrun Petersen og Tóra Restorff.

Official Website: http://www.hsjonleik.fo/

Added by janegil on September 25, 2007

Interested 1