Skálatrøð
Tórshavn, Torshavn FO-100

Skráin byrjar í Vágsbotni og heldur fram mest sum allan dagin á Skálatrøð. Síðani verða ymsir túrar og sýningar í miðbýnum
og klokkan 21 verður miðsummarbál í Sandágerði.
09:00-10:00 Havnar Kirkja, barnaløta við sangi, Ann Dahl Hansen prestur sigur børnunum eina søgu
09:00-10:00 Bahá’i Samfelagið, bønarløta og 100 ára hátíðarhald fyri kommununi í Ovaragøtu 16, Hoyvík
09:00-10:00 Kirkju- og missiónshúsið á Argjum, stutt andakt við morgunmati og morgunsangi
09:00-09:45 Ebenezer, barnamøti við sangi, sangkóri og einari søgu
09:45-10:00 G.H.M. spælir við inngongdina í Vágsbotni
10:00-10:15 Havnar Hornorkestur spælir á pallinum
10:15-10:30 Setan, Heðin Mortensen borgarstjóri
10:35-10:50 Havnarkórið syngur
11:05-11:20 Knarkar úr Havnar Harmonikufelag spæla
10:30-15:00 100 metur long køka frá Mylnuni verður skorin
10:00-15:00 Túnabóltur fyri øll, hoppiborg, karusell, fiskakør, brandbilar, andlitsmáling, sápubløðrur, Westward Ho,
Norðlýsið, Thorshavn og mangt annað úti, og ókeypis fyri øll á allari Skálatrøð
11:30-20:00 Smiðjuni í Lítluvík: Kári Svensson letur upp framsýningina Nýtt úr Havn, sum er skitsur, akvarell, pastell
og oljumálningar, har Havnin er støðið, inspirasjónin og sjálvt myndaevnið. Framsýningin er opin til og við
týsdegnum 23. juni.
11:30-11:40 Estetiskur fimleikur, gentur
11:40-12:00 Meyla og dansigenturnar
12:00-12:15 Veðurballón verður send upp
12:20-12:30 Flenniskeið
12:35-12:50 Gyklarin Rógvi Dam
13:00-13:10 Hóps dansa
13:15-13:35 FAROE5 framføra nýtt og kent
13:40-13:50 Hóps dansa
13:55-14:15 Ragnar og Stewies Loveranch
14:15-14:35 Havnarkórið syngur
14:35-14:45 Kommunan takkar
14:45-15:00 Tveir felagssangir um Havnina
15:15-16:15 Gunnar Hoydal rundferð i miðbýnum at síggja hús, sum H.C.W. Tórgarð hevur teknað. Vit byrja í
Nonnuskúlagarðinum, haðani ganga vit til Sjónleikarhúsið, Realskúlan, Mitens Hús, Gamla Meiaríið,
Sjómansheimið, Amtslæknahúsini og húsini hjá Valdemari Lützen
15:00-18:00 Opið hús og framsýning í Grafiska Verkstaði Føroya v/Jan Anderson. Rundvísing í Bollafabrikkin
hjá Öström
15:30-16:45 Atlantic Rhapsody, filmur eftir Katrina Ottarsdóttir frá 1989, í Havnar Bio
16:00 Handlarnir í miðbýnum lata aftur
16:00 Konsert í Hoyvíkar kirkju við Føroya klarinettorkestri við Peder Ris Jensen sum leiðara. Konsertin varir uml. 40 min.
17:15-18:30 Atlantic Rhapsody, filmur eftir Katrina Ottarsdóttir frá 1989, í Havnar Bio
18:00-20:00 Føroyar-Bosnia hondbóltslandsdystur í Ítróttar- og samkomuhøllini á Hálsi
19:00-20:00 Óli Jacobsen, rundvísing í Gamla Kirkjugarði við høvuðsdenti á „Dollan“, ið var trúboðari í Kongo
fyri 100 árum síðani
20:30-21:00 100 ár síðani fyrstu føroysku prædiku. Carl Jóhan Jensen heldur fyrilestur um tjóðskap og fríkirkjur
í Føroya Fólkaháskúla í Hornabø, sum eisini fyllir 100
21:00-24:00 Miðsummarbál í Sandágerði við miðsummartalu, ponyríðing, bollum, kakao, tónleiki og føroyskum dansi.
Bárður Johannesen spælir keyboard; Guðrið Hansdóttir syngur og Tøkum Lætt og Dansifelagið kvøða

Official Website: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=555

Added by janegil on June 18, 2009

Comments

Interested 1