Norðari Ringv.
Tórshavn, Torshavn 100

Framsýningin við Rannva Kunoy letur upp
Ókeypis atgongd

Hennara navn varð við stórum stavum ritað í føroysku listasøguna í 1999, tá blaðunga listakvinnan Rannva Kunoy hevði serframsýning í Listasavni Føroya við verkum, sum bæði myndevnisliga og hugspekiliga brutu upp úr nýggjum í føroyskari list. Hóast visuella árinið av myndunum hjá Rannvu Kunoy á ein hátt sýntist ekspressivt m.a. orsakað av ógvusliga myndevninum, ið var tað innara av menniskjakroppinum, blóð og beinagrind, tóktust hesar myndir fyrst og fremst nógv meira hugsaðar enn tær ekspressivu landslagstulkingarnar, sum vit eru von við og sum í mong ár myndaðu eitt høvuðsrák innan føroyska myndlist.

Bæði í málningum og í steinprentum hevur Rannva Kunoy eksperimenterað við sera ymiskum stílsløgum, men seinastu tvey árini hava myndir hennara verið merktar av einum sermerktum, minimalum stíli í myndum, sum á onkran hátt tykjast sipa til framsýningina í 1999, samstundis sum tær vísa frameftir í hennara verki og í føroyskari listasøgu. Hesir nýggjaru málningarnir hjá Rannvu Kunoy eru bygdir upp av nógvum elatunnum løgum av máling, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar. Listakvinnan brúkar í sínum myndum onnur verk, sum verða kopierað, avskeplað og síðani yvirmálað og á henda hátt eru listasøgulig spor ella sitat løgd í myndirnar, sum arbeiða við og ímóti ímyndingum áskoðarans og sum gera upplivingina av myndunum djúpari og fjølbroyttari.

Á ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum fáa vit høvið at uppliva bæði spildurnýggjar málningar hjá Rannvu Kunoy og hennara steinprentsrøð FRONTAL, eins og eitt størri katalog verður framleitt til framsýningina við myndum og tekstum, sum Kinna Poulsen, Gunnar Hoydal, Tom Morton og Pernilla Holmes hava skrivað. Framsýningin letur upp í sambandi við Mentanarnáttina 4.juni og verður hangandi í alt summar.

Official Website: http://nlh.fo/default.aspx?pageid=14186

Added by janegil on June 2, 2010

Interested 1