Háskúlav. 14
Tórshavn, Torshavn 100

Endamálið við MáF-stevnuni er at fáa savnað so nógv sum gjørligt av teimum mongu, ið fáast við áhugaleik, at tosa og kjakast um tey viðurskifti, áhugaleikarar virka undir. Temað á hesi stevnuni verður for-umteatur.

Forumteatur er ein serligur leikháttur, har tú við einum heilt stuttum leiki lýsir eina trupla og kanska provokerandi støðu (t.d. at onkur verður happaður á arbeiðsplássinum ella í skúlagarðinum). Sami leikur verður spældur fleiri ferðir. Fyrstu ferð endar hann ikki væl. Næstu ferðina, leikurin verður spældur, kann áskoðarin blanda seg uppí við at broyta reaktiónina hjá teimum ymisku leikarunum, soleiðis at endin gerst positivari.

Forumteatur verður nógv brúkt, eitt nú í menningarlondum til tess at aktivera og upplýsa fólk um síni rættindi, ið er so alneyðugt í einum demokratiskum samfelag.

Tað var brasilski leikstjórin Augusto Boal, ið fann upp á forumteaturformin einaferð í sekstiárunum. Ein av forumteaturgreinunum er tað ósjónliga teatrið, ið er nógv útbreitt í londum sum Nepal, har stórur partur av fólkinum eru analfabetar og ikki kenna síni rættindi. Tað ósjónliga teatrið, ið verður spælt á gøtunum, virkar so-leiðis, at áskoð-arin veit ikki, at hetta er teatur, tá ið hann blandar seg uppí.

MáF-stevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 19.00. Eftir stutta hugnaløtu við drekkamunni og øðrum góðum, verður farið í gongd við forumteatur. Tað eru Ung í MáF, sum skipa fyri.

Leygarmorgunin 10. mars byrjar við aðalfundi í MáF. Hann verður kl. 10.00, eisini á Háskúlanum.

Seinrapartin verður hildið á við forumteatri.

Kl. 19.00 verður farið í Sjónleikarhúsið, har sum leikurin “Survivors” verður frumsýndur.

Forumteatrið heldur so fram sunnudagin frá kl. 10.00 til kl. 15.00.

http://www.brechtforum.org/IPE/forum.htm

Official Website: http://vikublad.fo/show_news.php?id=1747

Added by janegil on February 16, 2007

Interested 1