Vegurin Langi
Hoyvig, Torshavn 188

Added by janegil on January 24, 2008

Comments

janegil

Fra H71.fo:
H71-Kyndil, 31-25 (12-12)

Vit kenna mynstrið alt ov gott. Vit standa okkum væl, ein javnur dystur, fyri síðan at lata alt fara til síðst. Hetta er tíverri alt ov vanligt, og soleiðis var eisini í gjárkvøldi. Kyndil vann at enda dystin við 6 málum við úrslitinum 31-25.

Dysturin byrjaði annars væl. Vit vóru væl við og høvdu líkasum initiativið í fyrra hálvleiki. Fyrri hálvleikur endaði 12-12, og lagt var upp til ein spennandi seinna hálvleik.

Vit byrjaðu betur eftir steðgin, høvdu munin við einum og tveimum málum, og tað sá lovandi út. Eina løtu sá tað út til at fara at eydnast at slíta seg leysan frá Kyndli, men óneyvleiki í avgerandi støðum, foraðu fyri at liðið, so at siga, fór á flog. Serliga eftir at kyndlamálverjin hevði bjargað tveimum 100% málmøguleikum í somu atsøkn, gjørdi at góða gongdin líkasum steðgaði. H71 var frammanfyri til 19 min. vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá skoraðu gestirnir 5 ferðir í 8 min. meðan vit einki mál fingu, og tað var her at dysturin bleiv avgjørdur. Seinastu 4 min. fingu bæði liðini 3 mál í part.

Málini: Dánjal 10 (7 str.), Esbern 3, Eyðun 3, Halgir 2, Gunnar 2, Niels Viggi 2, Janus 1, Bárður 1 og Poul Kjartan 1.

Interested 1