Sjónleikaravenjingar í Sjónleikarahúsinum.
Fyri øll yvir 18 ár – roynd sum óroynd.
Arbeitt verður við:
Suzuki, ein háttur at styrkja amboðið hjá sjónleikaranum: kroppin, røddina, orkuna, konsentrasjónina, jarðarsambandið og nærveruna á palli.
Viewpoints. Ein improvisasjónsháttur, ið ger tað møguligt fyri ein bólk av leikarum skjótt at skapa tilfar á gólvinum, at arbeiða saman sum ein bólkur og at styrkja evnini at eygleiða, taka upp og sansa alt, ið hendir í rúminum. At jamma saman.
Verð til reiðar til kropsligar avbjóðingar, sum fær teg at
tiva og sveitta og flenna!!!!
Dagar:
Sunnudagur 4. feb. Kl. 14.00 – 17.30
Leygardagur 10. feb. Kl. 10.00 – 13.00
Leygardagur 17. feb. Kl. 10.00 – 13.00
Leygardagur 24. feb. Kl. 10.00 – 13.00
Til ber at melda seg til allar dagarnar ella bert einstakar.
Kostnaður:
100 kr. fyri hvørja ferð.
Um tú melda teg til allar 4 dagarnar 350 kr.
Lærari:
Gunnvá Zachariasen
Luttakaratal:
Max 15
Min 7
Reglar:
Kom til tíðina!!!
Ongar fartelefonir!!!
Verð í klæðum, tú kanst røra teg í!!
Sokkar til suzuki!
Vatnfløsku!
Og annars gott lag og hug at kasta teg út í ta ókenda.
Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2007/sj%F3nleikaravenjingar/
Added by janegil on January 22, 2007