Vágsbotn
Tórshavn, Torshavn 100

Ein ørvísi musikkuppliving!
Miðaldarbólkurin Götterfunken úr Århus er hesar dagarnar í Føroyum og spælir í samband við Listarleypin.
Tíbetur vera tað ikki bara føroysk skúlabørn sum sleppa at uppliva hendan fríska, festliga tónleikabólkin, tí mikukvøldið verður ein almenn konsert í Müllers Pakkhúsið.
Í faldaranum frá Listaleypinum stendur hetta at lesa um bólkin:
“Götterfunken tulkar tónleik úr miðøld og strembar eftir at fáa ljóðið at vera litrikt, fjølbroytt og lívligt. Vit framføra løg úr allari Evropu, syngja vakrar sangir, og vit hugna okkum við teimum mongu larmandi ljóðførunum úr miðøldini. Framførslan er ein heildarupplivilsi við klæðum, ljóðførum og dansi úr miðøld.”

Official Website: http://www.facebook.com/event.php?eid=10150133941135058

Added by janegil on March 16, 2010

Interested 1