Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100

Nýggja fløgan hjá Guðrið "Beyond the Grey" kom út 3. juni og nýggja fløgan hjá Petur "Transit" kemur út 15. juni.
Og hví ikki sláa tvær flugur í ein smekk og kom í Sjónleikarhúsið til ársins útgávukonsert brak!

Um Beyond the Grey :
3. fløgan hjá Guðrið er upptikin í Lundgaard Studios í Danmark, framleidd av Mikael Blak og miksað av George Tanderø. Tað er Randi Ward ,sum hevur skrivað allar tekstirnar á fløguni og teit snúgva seg um føroysk viðurskifti, eitt nú um føroyskar fiskimenn, føroyska dansin, um mjørkan, veðurlagið og lívið úti á smáum bygdum.
Tónleikastílurin er nú meira fólkatónleikur og sungið er á bæði enskum og føroyskum.

Um Transit:
Gleðið tykkum!
Fløgan er, stutt sagt, ræðuliga feit. Hon er bert umleið 35 minuttir til longdar, men er sera fjølbroytt. ”Transit”, sum fyri Petur umboðar eina ferð ella at ferðast skjótt, ferðast ímillum skitnan, disharmoniskan larmrokk, tungar, bassgrundaðar sangir, tað sveimandi, melodiøsa, tað sálmakenda og tað beinleiðis sinnissjúka. Tekstirnir eru úrtøkiligir, men er Petur ein meistari í at spæla sær við orðunum. Teir eru tilvitað skrivaðir við einum vónríkum undirtóna, og tað klæðir í veruleikanum Petur væl . (Trygvi Danielsen, Røddin).

Unga stjørnuskotið Rebekka Petersen hitar upp + special guest

Atgongumerki á 150 kr fáast í Tutlhandlinum ( 200 kr við dyrnar)

Official Website: http://www.facebook.com/event.php?eid=207611929276330

Added by janegil on May 4, 2011

Interested 1