Norðari Ringv.
Tórshavn, Torshavn 100

Dansileikurin Barbara er eitt nýmótans verk eftir Ingrid Tranum, ið er danskur koreografur og føroyska tónaskaldið Trónd Bogason. Tað verða dansarnar úr Danmark frá Saga Dance Art Collective og føroyski tónleikabólkurin Mpiri, sum framføra verkið.
Frumframførslur í Føroyum verða í Løkshøll í Runavík hóskvøldið 1. oktober kl.19.30 og í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 3. oktober kl.19.30.
Sýningarnar eru partur av norðurlendskari rundferð hjá Barbara-hópinum.

Barbara byggir á skaldsøguna hjá Jørgen Frantz Jacobsen. Í leikinum verður søgan um Barbaru søgd á ein nýggjan hátt gjøgnum dans, tónleik, rørslur og ljóð umframt beinleiðis innsløg á stórskíggja. Tónleikurin tekur støði í gomlu siðvenjuni um kingosálmar og verður tulkaður gjøgnum kórsang, upplestur og elektroniskan tónleik. Hetta er eitt stórt og umfatandi verk, har dansurin og tónleikurin verða miðilin, ið lýsir søguna á einum alheimsmáli, ið einhvør kann uppliva, skilja og gera sína egnu fatan og meining av uttan mun til uppruna og mentan. Við hesum føroyska – danska verki er ætlanin at bróta upp mørk millum dans og tónleik, eins og mørkini millum leikmynd og veruleikan uttanfyri.
Dansileikurin Barbara var danska umboðið á EXPO í Spania í 2008, heimsins størsta mentanartiltak.

Official Website: http://nlh.fo/00001/00528/00529/

Added by janegil on September 23, 2009

Comments

Interested 1