Niels Finsensgøta 34
Tórshavn, Torshavn 100


Komandi leygardag tann 16.juni kl. 21.00 verður stór konsert í Sjónleikarhúsinum í samband við at nýggja fløgan hjá Budam “Stories of devils, angels, lovers and murderers” kemur út. Og stór verður konsertin, tí har vera ikki færri enn tíggju tónleikarar á palli í senn.. Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvi, Mikael Blak, Kim Hansen, Nikolas Kapnas, Ólavur Olsen, Heini Ragnarson, Ása Wraae Olsen, Margreta á Rógvu og sjálvur Budam fara at spæla tónleik av leingi væntaðu fløguni.
Dramatisku og rørandi framførslurnar hjá Budam hava longu bergtikið nógv, eitt nú á Asfalt og G-festivalinum seinasta ár, og á Spot festivalinum í ár, har Gaffa gav honum 5 útav 6 stjørnur fyri sína einastandandi framførslu.
Nýggja fløgan, “Stories of devils, angels, lovers and murderers”, sum hevur tikið meira enn eitt ár at gjørt, og sum hevur verið undir hond bæði í Føroyum, London, Svøríki, Danmark og Týsklandi, verður seld og signerað eftir framførsluna.
Atgongumerkir til tiltakið fáast í Kunningarstovuni.

Official Website: http://www.hsjonleik.fo/

Added by janegil on June 11, 2007

Interested 1